Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Oscar vitjar í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Komandi vikuskifti fer at vera eitt sindur buldraligt veður. Restin av tropisku ódnini Oscar nærkast okkum vestaneftir, og við henni er nógvur vindur og nógv regn.

Tropiska ódnin Oscar tók seg upp í miðjum Atlantshavi fyri einari viku síðan. Hon hevur malið eitt sindur aftur og fram nakrar dagar – hevur ikki verið yvir landi, men alla tíðina yvir hav.

Seinasta vikuskifti var hon komin so mikið langt norður, at køld luft av amerikanska meginlandinum hevði blandað seg uppí. Tá er hon ikki ein tropisk ódn ella tropiskur stormur meira, men er nevnd Ex-Oscar.

Á middegi í dag var Ex-Oscar einar 900 fjórðingar beint suður úr Kappanum. Hon hevur beina kós ímóti Norðurskotlandi – har er hon ætlandi sunnumorgunin.

Megin kring miðjuna er í løtuni stór – vindurin er einar 45 m/s.

Í dag er trýstið í miðjuni á Ex-Oscar 969hPa, men í morgin kavar trýstið niður í 954hPa. Tað er nokkso lágt trýst – so vindurin verður ógvuliga nógvur í annaðkvøld á havleiðunum væl sunnan fyri Ísland.

Leygardagin hækkar trýstið aftur, tíbetur.

Her í Føroyum fara vit at leggja Ex-Oscar til merkis fríggjakvøldið. Tá fer vindurin at veksa úr suðuri – upp ímóti 20 m/s – og drúgvar løtur við regni

Leygarmorgun er vindurin minni, men seinnapartin veksur aftur. Tað verður minni regn leygardagin enn fríggjadagin.

Fylgt verður við Ex-Oscar….