Lagt er upp til ein javnan og spennandi dyst, tá Stjørnan sunnudagin fær vitjan at StÍF
Talan er um botnuppgerð, Stjørnan er á næstaftasta plássi við trimum stigum, meðan StÍF er á aftasta plássi við einum stigi. Tá liðini hittust á Skála seinast í septembur, endaði dysturin við javnleiki 17-17.
Dysturin byrjar kl. 15.00.


