Nú Mjølnir skipar fyri almennari móttøku í Badmintonhøllini leygardagin 24. november í samband við 40 ára dagin, hava vit hugt í okkara savn og endurprenta onkrar greinar um Mjølnir.
Hesaferð er tað ein grein frá 2014 har Oliver Joensen gjørdi eina samrøðu við Marjun Kalsø, m.a. um hennara uppvøkstur, skúlagongd og hennara stóra áhuga fyri flogbóltinum í Klaksvík . Greinin kann lesast niðanfyri:
Umráðandi er at halda ungdómin í einum sunnum umhvørvi
Tað sigur Marjun Kalsø, sum í 2013 fekk ”Ársins Rósu”, sum tøkk fyri sítt góðgerandi arbeiði í lokalsamfelagnum. ”Í Mjølni gera vit nógv burturúr sosialu samveruni – tíðin hjá teim ungu í felagnum, uttanfyri vøllin hevur minst líka stóran týdning, sum tíðin á vøllinum.”
Marjun er fødd í 1962 í Klaksvík. Eg minnist barnaárini sum nakað gott í lívi mínum. Skúlatíðin var helst sum barnaskúlin hjá teim flestu. Vit búðu á Vágsheygnum, og tey árini tá eg kom til, var nógv virksemi í heiminum hjá foreldrum mínum. Pápi mín, Einar Mortensen, hevði sítt egna el-innleggjaravirki í kjallaranum. Har arbeiddu til tíðir einir 12-14 mans, og har var nógv at gera, tí tóku vit systkinini eisini hond í.
Ikki var rættuligur handil í kjallaranum, men har var verkstaður við vørugoymslu og tað kom mangan fyri at onkur kom har og skuldi hava sikringar ella eitthvørt annað, eisini um vikuskiftini, og tá kom mangan fyri at eg tók ímóti og útflýggjaði. Um summárið skuldi verkstaðið vaskast og allir el-lutir , laternur , motorar skuldu støvast av. Hetta slapp eg at gera.
Tað var mamma, Káta, sum stýrdi heiminum. Familjumystrið var sum hjá teim flestu tá, mamma gekk heima og gjørdi mat og passaði okkum og pápa, ímeðan pápi arbeiddi og kom við pengum.
Vit vóru 8 systkin, og hóast vit vóru mong í húsi, so var altíð rúmsátt í heiminum hjá okkum, og har kom nógv fólk á gátt. Eg haldi at vit systkini fingu rúmar ræsur og tað bar altíð til hjá okkum at koma heim við vinfólki. Ja, um tað so var til døgurða ella nátturða.
Men vit fingu eisini okkara setning fyri. Eg minnist, at tá eldru systrarnar fluttu út, so fall í mín lut at vaska trappurnar, gongina, kontórið og wc niðri undir. Wc var tað, sum mannfólkini niðriundir brúktu, so tað var ikki altíð so tespuligt at taka, men tað bleiv gjørt, sum alt annað, og løbararnir brestir út. Hetta var setningurin sum skuldi gerast fríggjadag og barst mær frá fríggjadag av onkrari orsøk, so bleiv tað gjørt leygardag. Sunnudagsskúlan kravdu tey eisini at vit passaðu. Men eg eri ikki uppvaksin í nøkrum forboðsheimi. Nei, vit høvdu tað sum sagt ógvuliga frítt og millum annað var ongin trupulleiki hjá okkum at brúka tíð uppá ítrótt.
Sum heild kann eg siga, at tað var stuttligt at vera barn á Vágsheygnum ta tíðina. Ímeðan eg vaks upp vóru børn í at kalla hvørjum húsi har á leið, og foreldrini vóru sera aktiv eisini og skipaðu mangan fyri hugnaløtum saman við børnunum.
Úr 10 flokki fór eg til Havnar at vera um systir mína, sum lærdi til sjúkrasystir og hevði átt. Eg fór at vera arbeiðisgenta hjá henni og var har í átta mánaðir.
Í 80 fór eg saman við eini vinkonu niður á Sønderborg IHS á ítróttarskúla, har eg hevði hondbólt og flogbólt sum høvuðslærugrein og afturat tí høvdu vit badminton, fólkadans og drama sum lærugreinir og tað haldi eg var ein rík tíð fyri meg.
Á heysti í 80 fari eg á HF í Klaksvík og eri liðug har á sumri í 1982.
Satt at siga, so hevði eg ætlanir tá um at fara at lesa til sosialpedagog. Eg og ein vinkona vóru slopnar inn á skúla niðri og fluttu inn á eitt kollegie í Keypmannahavn og eg byrjaði á skúlanum. Men eg treivst als ikki. Eg trívist snøgt sagt ikki í stórbýum, hetta bleiv ein sera stutt karriera hjá mær, tí eg var á skúlanum í 1 dag og 10 dagar í Danmark fyri pakka niður. Tað skal tó sigast, at kanska taldi tað við, at eg tá hevði funnið saman við Dániali, sum bleiv maður mín seinni. Vinkona mín harafturímóti treivst væl og hon býr í Danmark enn.
Heimafturkomin úr Danmark hevði eg ætlanir um at fáa eitt lærupláss onkustaðni, men akkurat tá var eitthvørt ímillum arbeiðsgevarar og verkafólk og tað hevði við sær, at skrivstovur og onnur tóku ikki lærlingar, so eg arbeiddi hjá pápa mínum í eina tíð. Eisini arbeiddi eg sum ítróttarvikarur í fólkaskúlanum, eg minnist at eg undirvísti í 14 tímar um vikuna í ítrótti.
Tá funnu eg og ein onnur vinkona uppá at stovna ein ítróttarhandi, sum fekk navnið ”Ítróttarbúðin” og hevði bústað á einum neystalofti við Klaksvíksvegin. Men hesin fekk stutta livitíð, tí stutt eftir fekk eg lærupláss í táverandi Føroya Banka, ella BankNordik, sum hann nú eitur, og vinkonan fekk lærupláss í Norðoya Sparikassa, tað var í 1985, Síðani havi eg arbeitt í bankaverðini burtursæð frá eini seks til sjey árum.
Ítrótturin hevur fylgt ómetaliga nógv í lívi mínum, sigur Marjun Kalsø víðari. Eg minnist, at sum 9 ára gomul fór eg oman í ítróttarhøllina at biðja lova mær uppí at spæla hondbólt. Eg fekk at vita at tað bar ikki til, tí aldursmarkið var 10 ár tá, eg minnist væl enn hvussu skuffa eg var.
Men tá eg so var 10 ár byrjaði eg at spæla hondbólt, og tá í tíðini spældu vit innandurða um veturin og úti um summarið. Eg minnist bara, at vit taptu alt fyrsta árið, men longu árið eftir byrjaðu vit at vinna og í 1980 vunnu vit FM sum kvinnuunglingar og høvdu eitt rættuliga gott lið.
Í 1978 sá eg eitt uppslag á einum pela í Klaksvík har tað stóð á donskum at ”De som har lyst til at spille volley..” Hetta fangaði meg, og 18. September í 78, hetta hevur helst verið stovningardagin hjá Mjølni, møtti eg fyrstu ferð til venjingar í hesi ítróttini. Eg minnist at vit í byrjanini skuldu venja tríggjar ferðir um vikuna. Venjingarnar byrjaðu uttan at venjararnir høvdu sett nakað net upp, og vit sum vóru nýbyrjaðar høvdu ongantíð sæð ein flogbóltsdyst fyrr, so vit vistu simpulthen ikki at eitt net hoyrdi til ein flogbóltsdyst. Ikki fyrr enn vit høvdu vant í 2-3 mánaðar kom netið upp. Fyrsti dysturin bleiv ímóti strandingum, sum vóru sera góðir í flogbólti hesa tíðina, vit blivu hølvaðar av, men tað gingu ikki meira enn tríggir mánaðir afturat, til vit vunnu á strandingum.
Tað vóru sum flestum kunnugt tey bæði Bue Thorsteinsson og Ketty Madsen, ið høvdu skipa fyri uppslagnum á pelum kring um í býnum á sinni. Flogbólturin hevði nøkur góð ár í Klaksvík tá, men tá tey so Ketty og Bue, í 1980, fóru aftur til Danmarkar, góvust tey flestu av teim vaksnu, ið høvdu verið um flogbóltin í Klaksvík, og nærum bara vit ungu vóru eftir.
Men vit valdu at halda áfram. Sum sagt frammanundan, so hevði eg verið á ítróttarskúla og tí byrjaði eg so smátt at taka venjingarnar hjá nøkrum av liðum og síðani hevur tað bara gingið slag í slag. Nógv góð fólk hava tikið ábyrgd í Mjølni og vit hava eitt sera vælvirkandi leiðslutoymi í felagnum, ongin nevndur og ongin gloymdur.
Eg segði at ítróttin hevur fylgt nógv í lívi mínum og skal eg siga frá øllum, so kunnu vit tosa leingi, sigur Marjun Kalsø við einum smíli. Eg havi verið aktiv innan hondbólt, fótbólt , badminton og ikki minst flogbólt, men sogar eisini innan kappróður, men tað er ein onnur søga.
Mjølnir hevur verið eitt vælvirkandi ítróttarfelag. Síðani 1980 hava kvinnurnar vunnið deildina 18 ferðir, bert eina ella tvær ferðir øll hesi árini hava vit verið niðanfyri nr. 2, so klaksvíkskvinnur hava staði stinnar í flogbólti.
Vit royna alla tíðina at byggja nýtt upp, serliga í gentudeildini, tí tilgongdin hevur verið stór. Í dreingjadeildini hinvegin, har hava vit eina avbjóðing, tí tilgongdin her er ikki tann sama og tað skyldast helst fótbóltin og tá serstakliga nú fótbólturin venur alt árið.
Vit í Mjølni hava sæð tað sum okkara uppgávu at deila ábyrgd ímillum okkum. Tað er sera umráðandi at læra tey ungu at taka ábyrgd við at deila uppgávur runt, soleiðis at tey kunnu síggja hvussu nógv skal til fyri at halda einum slíkum felag ígongd.
Vit hava eisini roynt at gjørt venjingarnar og kappingarnar áhugaverdar við at fáa útlendskar venjarar hendavegin líkasum fyri at teir kunnu geva teim ungu nakað nýtt og spennandi. Eisini og ikki minst royna vit at aktivera foreldrini at teim ungu í Mjølni.
Fyri at fáa eitt gott samlað úrslit, er eisini neyðugt at fara í allar smálutirnar og gera teir betur.
At tað loysir seg at gera nakað munagott í teim yngru og yngstu deildumum, hava vit kanska sæð í úrslitunum hjá besta kvinnuliðnum hjá Mjølni í vetur. Í tríggjar vetrar frammanundan hava Mjølnir kvinnurnar vunnið alt og í vetur mundu tey vera mong, sum hildu at gulltíðin hjá Mjølni var av. Men við góðari tilgongd av ungum við eini blanding av royndum leikarum liggja Mjølnirkvinnurnar nú á ovastu rók hóast stjørnuleikarar hjá felagnum góvust seinasta heyst.
Marjun Kalsø leggur afturat, at ikki minst í hesum døgum er umráðandi at halda ungdómin í einum so sunnum umhvørvi sum gjørligt. Vit venja børn heilt niður í 7 ára aldur og eg haldi at tað er sera umráðandi at børn fáa kropsliga venjing ídag, tí kappingin er stór ímóti teldum, sjónvarpi og spølum har ungdómurin til tíðir situr passivur í tímar.
Í Mjølni royna vit at gera nógv burturúr tí sosiala, soleiðis at leikarar ikki bara eru saman tá sjálv venjingin gongur fyri seg, men eisini uttanfyri venjingina er umráðandi at leikararnir hava sosiala samveru, soleiðis at tey eisini betur kunnu skilja hvønn annan á vølli og harvið gerast tolnari viðleikarar, eg haldi, at tíðin uttanfyri vøllin hevur minst líka stóran týdning sum tíðin á vøllinum, sigur Marjun Kalsø at enda.
Marjun er gift Danjali Kalsø og tey eiga tvær gentur Kate, fødd í 88 og Eina Stephania fødd í 91. Báðar eru í Danmark í útbúgving.


