Um vit hyggja aftur á søguna hjá Flogbóltsfelagnum Mjølni, sum í dag fyllir 40 ár, so er tað undrunarvert, hvussu nógv føroyameistara-heiti felagið vann, hóast sera trongar høliskarmar. Eingin ivi er tí um, at vit kunnu býta søgu felagsins sundur í tíðina áðrenn og aftan á Klaksvíkar Badmintonhølli, sum bleiv bleiv tikin í nýtslu í árinum 2005 og var eitt avgerandi framstig fyri Mjølnir.
Høliskarmarnir hjá MJØLNI vóru sera trongir, áðrenn Badmintonhøllin kom, men kortini megnaði MJØLNIR við bert tveimum fimleikarhallum sum heimstað at vera millum mest vinnandi flogbóltsfelag í landinum.
Men so við og við gjørdist støðan ótolandi, og undangongufólkini í felagnum máttu gera vart við, at nakað mátti gerast.
Eitt dømi um hetta er hendan greinin í Norðlýsinum í mars mánað 2002, beint eftir kappingina í meistaradeildini tað árið, har besta kvinnuliðið hjá Mjølni var endað á silvurplássi. John Færø skrivaði greinina.
Greinin var soljóðandi:
Ein høll má til um Mjølnir skal verða verandi oddalið
”Felagskensla, samanhald og ein sterkur vilji gera næstan undurverk, men eitt mark er, og fáa vit í Mjølni ikki betri umstøður nakað skjótt, má eg tíverri siga, at eg stúri fyri framtíðini hjá Mjølni sum oddalið”, sigur undangongukvinnan Marjun Kalsø.
Boðskapurin er greiður frá kvinnuliga flogbóltsleikara nummar eitt í Mjølni, Marjun Kalsø, tá vit biðja hana um eina viðmerking, nú enn eitt kappingarár hjá flogbóltinum er av.
Fyrstu ferð í nøkur ár einki gullmerki
Heilt frá stovnan hevur Mjølnir verið kent sum eitt undangongufelag og oddalið í føroysku flogbóltskappingini.
Hetta hevur verið og er framvegs galdandi, bæði á manssíðuni men kanska serstakliga á kvinnusíðuni, har felagið ONGANTÍÐ síðani stovnan felagsins hevur endað aftari enn nummar tvey í sterkastu deildini!! – heldur ikki í ár!
Hetta er fyrstu ferð í nøkur ár, at Mjølnir-kvinnurnar einki gullmerkið vinna í sterkastu deildini. Í fjør bleiv tað til gull í steypakappingini og silvur í landskappingini, og 3 ár á rað framman undan tí bleiv tað til gull í landskappingini.

Marjun Kalsø er ikki ein og hvør
Hon er 39 ár í dag, og framvegis telist hon millum føroya fremstu flogbóltsleikarar. Fyri fáum vikum síðan var hon við í flogbóltsfinaluni, har lið hennara, Mjølnir, tapti tepurt fyri greipuvinnarunum í ár, TB.
Í 24 ár hevur hon leikt flogbólt á hægsta stigi her á landi, og 14 ferðir hevur hon vunnið føroyameistaraheitið í sterkastu deildini – nei hon er sanniliga ikki ein og hvør.
Ikki fult nøgd við annaðpláss
Sostatt er Mjølnir í ár dupultur silvurvinnari, bæði í lands- og steypakappingini – men tað er Marjun Kalsø ikki nøgd við.
”Fyri okkum í Mjølni er tað ikki nóg gott at fáa silvurmerkini – tað hevur tað ongantíð verið – og árið í ár kann tí ikki metast millum tey bestu, men sjálvandi kunnu vit ikki rokna við at vinna gull á hvørjum ári”, hugleiðir Marjun.
Verandi hallir ikki nøktandi
”Felagskensla, samanhald og ein sterkur vilji gera næstan undurverk – tað er eftir mínum tykki Mjølnir eitt gott dømi um – men eitt mark er, og fáa vit í Mjølni ikki betri umstøður nakað skjótt, má eg tíverri siga, at eg stúri fyri framtíðini hjá Mjølni sum oddalið”, sigur Marjun.
”Vit hava roynt okkara besta eftir umstøðunum í nógv ár, og tað hevur verið bæði stuttligt og spennandi, men eg kenni tað nú sum, at støðið á flogbóltinum nú krevur, at vit mugu til at venja í størri hølum enn fimleikarhallirnar eru”, greiðir Marjun frá – ”vit mugu koma víðari”.
”Fyri at menna flogbóltin enn meira, er tað nú eitt krav frá Flogbóltssambandinum, at allir dystirnir í meistaradeildini skulu leikast í størri hallum”.
Marjun greiðir frá, at tað í mun til fólkatalið verður íðkaður nógvur ítróttur í Klaksvík, og at hetta ger, at verandi hallir verða fult brúktar.
”Fyri trivnaðin í býnum og fyri støðið innan ítróttin – um tað er tað, ein vil – verður tí neyðugt at fáa til vega eina høll afturat – hetta má raðfestast høgt, vit mugu fáa eina høll, ongantíð ov skjótt”, slær Marjun fast.


