Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Úr savninum: Tá Herborg Hansen gjørdist fyrsti kvinnuligi føroyameistarin í talvi

Ítróttur

(Úr savninum) Um søguliga hending í føroyskum talvi í 2008.

Seinni fara vit at hava samrøðu við formannin í Klaksvíkar Talvfelag(KTF), Petur Hans Poulsen um KTF. M.a. kann KTF vísa á, at eiga einasta kvinnuliga føroyameistaran í talvi enn tann dag í dag. Bara einaferð í søguni hevur ein konufólk vunnið FM í talvi.

 

Norðlýsið skrivaði soleiðis 22. mars í 2008:

 

Talv-FM fyri einstaklingar: Herborg Hansen er fyrsti kvinnuligi føroyameistarin í talvi

Sum tann fyrsta gentan nakrantíð í føroyskari talvsøgu er Herborg Hansen, blivin føroyameistari í talvi.

Herborg Hansen, sum er dóttir Merry og Klæmint Hansen, hevur í nógv ár víst í verki, at hon hevur framúr gávur at telva.

Eitt nú megnaði hon í 2006 at gerast danmarkarmeistari í bólkinum fyri gentur, sum veru 14-15 ár, og harumframt hevur hon umboðað Føroyar við talv-NM.

Og leygardagin skrivaði Herborg enn einaferð føroyska talvsøgu, tí tann vann hon, sum fyrsta kvinnan nakrantíð, FM í talvi. FM-heitið vann Herborg í 9. og síðsta umfari í kappingini millum unglingar.

Áðrenn hetta síðsta umfarið lá hon á odda saman við Heiðriki T. Jacobsen við 6,0 stigum, men í síðsta umfarinum legði Herborg seg fram um Heiðrik við ½ stigi, av tí at Herborg við hvítum vann á Jóhan E. Vormadal, samstundis sum Heiðrikur við svørtum telvaði javnt ímóti Jóhan Róa Mortensen.

Endaliga støðan í unglingabólkinum:

Herborg Hansen           1544   7,0 stig
Heiðrikur T. Jacobsen    1564   6,5 stig
Høgni E. Nielsen           1461   6,5 stig
Vagnur Dam                 1424   6,0 stig
Rúni Vormadal              1365   5,5 stig
Heðin Gregersen          1269   5,5 stig
Einar Gregersen           1193   4,0 stig
Jóhan Rói Mortensen    1097   3,5 stig
Sára Traber Olsen        1176   3,5 stig
Johan Hentze               1182   3,0 stig
Jóhan E. Vørmadal       1264   2,0 stig
Rúni T. Jacobsen          1016   1,0 stig

Hjartaliga tillukku, Herborg !!