U15 liðið hjá Mjølnir hevur verið í Tórshavn og vunnið 3-1 móti Fleyr
Tað hevur ikki verið vanligt at dreingjalið hjá Mjølnir hava vunnið á Fleyr seinastu árini, men í dag bragdaði.
Okkara rasku ungu dreingir vunnu 3-1 á Fleyr í Høllini á Hálsi.
Venjarin Phil Freere upplýsir, at Mjølnir spældu væl og sigurin varð uppiborðin.
Settúrslitini vórðu: 25-20, 22-25, 25-13 og 25-18


