Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lýggjari í komandi viku

Hanus Kjølbro

Kalda luftin, sum spakuliga rekur til okkara av norði, leggur okkurt eftir seg. Kavaflykrur detta av himli, og tað er hugnaligt í dag.

Satt jólaveður, soleiðis sum vit vilja hava tað.

Men í hesum umfari liggur tað bert til í morgin.

Tá kemur lágættin aftur, og soleiðis sum viðurskiftini í lufhavinum eru at lesa í kvøld, so fer luftin at koma úr landsynningi ella suðuri alla vikuna, sum kemur. Luftin hevur sín uppruna yvir Atlantshavinum vestan fyri Norðurafrika. Hon er væl lýggjari enn luftin av innlandsísinum í Grønlandi, vit merkja í dag.

Tað fer at vera eitt ymiskt við vindferðini komandi viku. Mánadagin verður ikki nógvur vindur, eitt sindur meiri týsdagin (tá fer eisini at vera sera vátt í løtum), mikudagin bert eitt lítið lot sunnaneftir, men hósdagin fitt av vindi.

Hitin alla vikuna um 7 – 9 stig.

Tað er ikki ráðiligt at fara longur fram í tíðina enn hetta…. (óvissan er alt ov stór)