Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur leiðari í Blákolluni

Tíðindaskriv

Susan Hansen er sett í starv sum leiðari í Blákollini frá 1. januar 2019, og yvirtekur harvið námsfrøðiliga og starvsfólkaliga leiðslu á stovninum. Susan hevur royndir sum námsfrøðingur, og er eitt kent andlit í Blákolluni, har hon eisini starvast og hevur verið í hálvt annað ár.

Blákollan er ein av sjey dagstovnum kommunalur dagstovnur hjá Klaksvíkar kommunu. Stovnurin búleikast í trimum hæddum og er skipaður við einari stovueind í hvørjari hædd. Pláss er fyri í mesta lagi 48 børnum í aldrinum 0-5 ár.

Vit ynskja Susan hjartaliga til lukku við starvinum.