Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uppsagdi stjórin í Landsverk far eina ársløn við sær

John William Joensen

Sambært fráfaringarsáttmálanum, sum aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum og stjórin á Landsverki hava undirskrivað, fær stjórin 6 mánaðar løn eftir at uppsagnartíðin er úti. Uppsagnartíðin er 6 mánaðar.

 
Tað vil við øðrum; stjórin í Landsverk fær fulla løn líka til desembermánaða komandi ár, men hann er fríttstillaður frá dags dato.

Stjórastarvið í Landsverk er í 39. lønarflokki og lønt sambærtí avtalu, sum kom í gildi 1. oktober 2018 millum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Fasta mánaðarlønin er kr. 59.368,03.

Sostatt hevur samferðslumálaráðið játta kr. 712.416,36 ( + eftirløn í uppsagnartíðini, sum er 6 mánaða) í fráfaringarløn til frákoyrda stjóran.