Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

10 ára starvsdagar hjá ArtiCon

Tíðindaskriv

Í gjár var hátíðarløta á Hjalla, har seks av starvsfólkunum hjá ArtiCon vóru heiðraði í samband við teirra 10 ára starvsdag.

ArtiCon byrjaði sítt virksemi í 2001. Stórsta virði í felagnum øll hesi árini hevur verið og eru starvsfólkini. Felagið hevur upplivað stóran vøkstur í starvsfólkahópinum hesi seinasti árini. Í dag telur felagið gott 300 starvsfólk.

Tey sum hava havt 10 ára starvsdag í ár eru: Anna Maria Petersen, Guðmundur Axel, Hans Sørensen, Kaj Skipanes, Rógvi Jacobsen, Kenneth á Argjaboða (Kenneth er uttanlanda og væntar tí á myndini).