Team Klaksvík leitar eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara.
23 ára gamli danin, Mathias Astrup, kom til Team klaksvík undan hesum kappingarárinum høvuðsungdómsvenjari umframt, at hann bleiv málverji á besta liðnum. Men nú liðini eru farin í jólafrí er greitt, at Mathias ikki kemur aftur til Team Klaksvík. Helena V. Kallsberg, forkvinna í Team Klaksvík, váttar fyri Norðlýsinum, at Team Klaksvík leitar eftir nýggjum høvuðsungdómsvenjara, sum eisini er málverji sum leikari sjálvur.



