Í morgun frættist, at Klaksvíkar Býráð hevur boðið hansara hátign, Fríðriki krúnprinsi, at renna Royal Run í Klaksvík tann 1. juni. Og krúnprinsurin hevur tikið av. Orsøkin til at tað ikki verður hildið í Havn, men í Klaksvík, sigst partvís vera, at borgarstjórin í Klaksvík megnaði væl at marknaðarføra býin undir seinastu vitjan, og partvís heita løtan í Klaksvík undir seinastu vitjan.
Í fjør vitjaði krúnprinsaparið og børn teirra í Klaksvík, og alt bendir á, at teimum hevur dámað sera væl her. Krúnprinsurin ynskir longu at koma aftur á vitjan, og hesaferð fyri at renna saman við norðoyingum, klaksvíkingum og føroyingum. Ikki í almenn høvuðsstaðnum, men í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, og ein orsøk verður søgd at vera hjartaliga móttøkan uttanfyri Norðoya Sparikassa, har luttakarar frá Royal Run 2018 heilsaðu uppá krúnprinsin.
Sostatt verður kongalig tign yvir Norðoyastevnu, ið verður hildin sama vikuskiftið. Fyri at øll skulu kunna vera við, verður møguligt at renna ella ganga 2 teinar. Annar er ein styttri teinur uppá 1.609 metrar, ið er ein ensk míl. Longri teinurin, sum krúnprinsurin eisini verður við á, er 10 kilometrar til longdar. Royal Run leggur stóran dent á, at øll skulu kunna luttaka, og tað verður sostatt eisini møguligt fyri fólk við rørslutarni at vera við. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, ið hevur fingið krúnprinsin hendanvegin, verður sjálvur við í renningini.

Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eina persónligheit sum danska krúnprinsin til Klaksvíkar, og uppaftur størri er tað, at hetta er sjálv byrjanin til Royal Run 2019. Krúnprinsurin fer at renna í 5 býum, harav Klaksvík er tann fyrsti. Hinir eru Aalborg, Aarhus, Keypmannahavn og Frederiksberg og so verður eisini runnið á Bornholm, men her verður krúnprinsurin ikki við.



