Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir 3 – 1 SÍ

Jóhann Lützen

Hóast SÍ vann fyrsta sett greitt, so komu Mjølnir menninir væl afturíaftur og vunnu næstu trý settini.

Mjølnir hava leikt 9 dystir og vunnið teir allar. Tað eru 9 dystir eftir í landskappingini, so tað skal ganga illa um Mjølnir ikki verðu annað av finaluliðunum seinni í ár.

Landskappingin í flogbólti er skipað soleiðis at tá allir dystir eru leiktir, spæla tvey tey fremstu liðini finaludyst um føroyameistaraheitið.

Fyrsta settið sá onki út fyri okkara menn. SÍ var greitt omaná og vunnu fult uppiborið. Hetta fekk okkara menn at vaknað og teir settu seg so á dystin og vunnu tey næstu trý settini. 

Settúrslitini vórðu: 18-25, 25-21, 25-16 og 25-22.

Í dag kl. 15 spæla ÍF og Fleyr á Kambsdali. 

 

Harleyfacadeacryl