Sera nógvur kavi er í løtuni. Á Gøtueiði standa áleið 400 bilar í kø, meðan Landsverk er í hált við at grava fyri bilunum, soleiðis at tað gerst koyrandi.
Ferðslan er spakuliga við at flyta seg aftur – sera nógvar maskinur frá Landsverki hava verið og loyst knútin. Ta einu løtuna kavaði so illa, at tað sá út til at aðrir bilar fóru at standa fastir. Ferðslan er nú komin á glið aftur, og fólk frá Landsverki standa á vegnum og stýra ferðsluna.



