Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avloysaraferja funnin

Jóhann Lützen

Súlan, ið skuldi taka við á Svínoyar- og Fugloyarleiðini, hevur fingið motorsteðg og kann tí ikki sigla sum ætlað. Sildberin hevur tikið Súluna uppá sleip til umvælingar. Sum avloysaraskip er valt at seta skipið Tjørnunes inn, ið tekur 12 ferðafólk.

Tjørnunes er bygdur í 1993 og er 46 bruttotons. Skipið hevur hoyrt til Klaksvíkar Sleipistøð, og eigarin í dag er Sp/f Búrhella. Skipið er góðkent til at taka 12 ferðafólk, og hevur eina motororku uppá 1.100 kilowatt. Sagt verður, at hetta er ein rættiliga skjóttgangandi bátur, so líkt er til, at fugloyingar og svínoyingar loksins hava fingið eina brúkiliga loysn.

Nakað eftir at Súlan hevði loyst av Sandi og var komin til suðurendan av Sandoynni, so fekk hon trupulleikar við motorinum. Sildberin var á leiðini og hevur givið Súluni sleip til Havnar. Enn er ov tíðliga at siga, nær Súlan verður klár aftur, men tað verður ikki roknað við, at tað tekur drúgva tíð.

Enn vantar ferðaætlan fyri Tjørnunes fyri í dag, men sagt verður av SSL, at frá í morgin verður siglt eftir ferðaætlanini. Hvørki er dagført á heimasíðuni www.ssl.fo, men í útvarpstíðindunum greiddi Heri Norðberg, trygdar- og samferðsluskipari hjá Strandferðsluni, frá hesum, og legði afturat, at Tjørnunes bert er avloysari fyri avloysaran Súluna, og ikki loysnin til Ritan kemur aftur. So skjótt Súlan er umvæld, verður hon sett í sigling.