Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Menninir vunnu 3-1

Jóhann Lützen

Í dag hevur verið ein góður dagur fyri flogbóltin í Klaksvík. Menninir hjá Mjølnir vunnu fyri løtu síðani sannførandi 3-1 á Fleyr. Settúrslitini gjørdust 25-14, 25-18, 18-25 og 25-11.

Mjølnir var greitt omaná fyrstu tvey settini, og vann tey eisini sannførandi. Í triðja settið tók Fleyr seg nógv fram, og fekk nakað av spenningi inn í dystin aftur, og vunnu 18-25. Mjølnir staðfesti tó sigur í fjórða settið, og vann hóast alt ein rættuliga sannførandi dyst.

Sostatt heldur góða gongdin fram, og Mjølnir er framvegis greitt oddalið í bestu deildini hjá monnum.