Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Møguleika at koma í hálvfinaluna í steypakappingini

Oliver Joensen

Við greiðum sigri í dag á næstbesta liðnum hjá Stjørnuni, hevur hevur besta liðið hjá Stjørnuni møguleika at koma í hálvfinaluna í steypakappingini.

Tað var ongantíð nakara ivi um, hvat betra liðið var, eftir hálvleiksstøðuna 13-3, gjørdist endaliga úrslitið 36-5 Stjørnuna I.

Eftir umfarið í dag, er støðan í bólkinum tann, at VÍF er oddalið við 4 stigum meðan Stjørnan I og Neistin I hava 2 stig hvør. Stjørnan II hevur onki stig. Stjørnan I hevur betur málmun enn Neistin I.

Komandi sunnudag hittast Neistin I og Stjørnan I í Havn. Vinnur Stjørnan, ella dysturin endar javnur, verður tað Stjørnan, sum saman við VÍF fer víðari til hálvfinaluna.

Liðini í hinum bólkinum eru Kyndil, H71, StÍF og Neistin 2, og er tað alt sum bendur á, at tað verða Kyndil og H71 sum koma á hálvfinaluna.