Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tobbi: – Hevur tjóðveldisflokkurin slept meginmálinum um at skipa føroyska statin

Jóhann Lützen

Fyrrverandi næstformaðurin, løgtingslimurin, landsstýrismaðurin og fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi er hvassorðaður, nú Sonja Jógvansdóttir eftir øllum at døma verður tingkvinna fyri Tjóðveldi

Torbjørn Jacobsen hevur skrivað eina viðmerking á sínum facebookvanga, ið ikki er til at fara skeiv av. Torbjørn Jacobsen heldur at flokkurin er á skeivari kós. 

Torbjørn skrivar:

Tað er nú komið at teimum mørkum, at Tjóðveldisflokkurin má boða sínum limum og veljarum frá, um flokkurin hevur slept meginmálinum, sum er at skipa føroyska statin.

Ein fornermaður sambandskur socialdemokratur lynnir ikki undir frælsismálið. Meginmálið, ið einaferð var.

Hinvegin, er Tjóðveldisflokkurin nú, í mun til legendarisku stevnuna, har rúm var fyri øllum frælsishugsandi fólki, nøgdur við at vera eitt ússaligt klípi í einum reyðum “blokki” í danska heimastýrinum í Føroyum, eitt slag av einum føroyskum “Eindarlista”, eiðsvorðin sum jolla hjá Javnaðarflokkinum, so er manøvran við Sonju sjálvsøgd.

Eitt og hvørt val hevur við sær frával. Eftir tað má onkur annar taka á seg politiska virksemi, ið hevur sum endamál at fáa Republikkina Føroyar upp at standa.