Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eyðgunn: – Tølini eru røtt

Jóhann Lützen

Landsstýriskvinnan upplýsir fyri Norðlýsinum at pensionisturin hevur nýtt røtt tøl, men manglar at seta tølini í mun til øktu útgjøldini í 2017, 2018 og 2019

Fyrr í dag vístu vit á eina útrokning hjá einum pensionisti í Klaksvík, sum ivaðist í lyftinum hjá samgonguni, at pensionistar skulu hava 1000 krónur fleiri eftir í skatti orsakað av pensiónsnýskipanini.

Eyðgunn Samuelsen er landsstýriskvinna í almannamálum og hevur fingið pensiónsnýskipanina ígjøgnum hetta valskeiðið. Hon hevur verið í Klaksvík allan dag saman við Thyru Frank, ráðkvinnu í eldramálum í Danmark. Eyðgunn hevur hugt uppá tølini, saman við síni umsiting. 

– Um tú setir tølini (hækking frá 2017 til 2018 og hækkingina frá 2018 til 2019) saman so gevur tad umleid 1.100 krónur eftir skatt, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum í stuttari viðmerking við Norðlýsið.