Seinastu trý árini hevur lutakast verið um 14. heimadystin í Betri Deildini hjá monnum. Nú verður hetta møguliga broytt til kappingarárið 2020.
KÍ ætlar at leggja eitt uppskot fyri aðalfundin hjá FSF, har lagt verður upp til, at topp 5 og botn 5 annaðhvørt ár hava 14 heimadystir. Hetta hevur tó onkrar vansar við sær so sum, at tað kann loysa seg betri at enda nr. 6 enn nr. 5, og tí verður sum skilst arbeitt við einum broytingaruppskoti, sum forðar fyri hesum, men sum heldur fast í, at eitt lið annaðhvørt ár hevur 14 heimadystir.
Aðalfundurin hjá FSF byrjar leygardagin kl. 13.00.



