Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ skal hava nýggjan liðskipara

Jákup Ósá

Móti Víkingi var ein ungur lokalur leikari liðskipari og eisini sóu vit, at fleiri leikarar høvdu nýtt nummar á rygginum.

KÍ skal hava nýggjan liðskipara í 2019. Síðstu árini hava Jonas F. Rasmussen og Páll A. Klettskarð verið liðskiparar, men hesir eru ikki í felagnum meir. Tá Páll A. Klettskarð bleiv útskiftur í fjør tann eina dystin móti endanum, tá bleiv Jákup B. Andreasen liðskipari. Og framvegis bendur nógv á, at tað verður Jákup, sum verður liðskipari, tí tað var hann, sum var liðskipari móti Víkingi síðsta leygardag. Jákup er 20 ára gamal, men hevur spælt nærum fast á liðnum síðani kappingarbyrjan í 2015, so hann hevur nógvar royndir í mun til aldurin. Ein annar sum hevur verið nevndur er danski miðverjin Jesper Brinck, sum hevur verið liðskipari hjá Brabrand áður. Hann tykist vera typan, sum stýrir nógv, men hann er púra nýggjur í felagnum, og tað telur kanska niður. Tí er Jákup helst besta boðið uppá ein liðskipara í løtuni.

 

Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen skift nummar

Aðrar broytingar eru, at tveir av lokalu leikarunum, sum hava spælt regluliga síðstu fýra árini, hava skift nummar. Jóannes Bjartalíð spælir við nummar 10, sum Hjalgrím Elttør annars hevur havt síðani 2011. Enn bendur einki á, at Hjalgrím verður partur av KÍ hópinum í ár. Jákup B. Andreasen spælir nú við nummar 8 í mun til nummar 19, sum hann hevði frammanundan. Makkarin á miðvøllinum, Takuya Matsunaga, spældi hendan dagin við nummar 19 á rygginum.