Hans Joensen er handilsmaður í Havn. Í samfull 53 ár hevur hann arbeitt í privatu vinnuni.
Hóast Hans Joensen ikki hevur stillað upp fyrr, hevur hann verið aktivur partur av Fólkaflokkinum og Havnar Framburðsfelag síðan hann var 16 ára gamal.
– Nú er tíðin komin, og tí havi eg valt at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin, sigur Hans Joensen.



