Vit fylgja Klaksvíkskappingini, har Víkingur-B36 spæla í løtuni.
Víkingur: Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Vukasin Tomic, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Andreas L. Olsen, Milan Svojic, Heðin Hansen, Dion Splidt – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal.
B36: Sámal Johannesen – Jónas T. Næs, Andrias Eriksen, Erling Dávidsson, Andreas Thomsen – Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz, Hugin Samuelsen – Árni Frederiksberg, Brian Jakobsen, Benjamin Heinesen
30 min.: Gott undirhald við Djúpumýrar higartil. Bæði liðini leggja nógv fyri frameftir og hóast tað er fitt av vindi, so er til tíðir gott spæl at síggja frá báðum liðum. Víkingur er á odda 2-0 eftir eitt mál, ið kom eftir hornaspark og so eitt væl spælt álop. Bæði liðini hava havt eitt skot á stongina umframt at aðrir stórir møguleikar hava verið.
Hálvleikur: 3-0 til Víking. Adeshina Lawal eigur uppleggið og Dion Spæidt skorar beint áðrenn hálvleik. Víkingur hevur verið betra liðoð, men B36 hevur eisini havt fleiri stórar málmøguleikar. Sum heild er tað álopsspælið sum vinnur á verjuspælinum higartil, tí báðar verjurnar hava verið ótryggar.
48 min.: Gunnar Vatnhamar skallar frísparksinnlegg frá Hanus Jacobsen í málið. 4-0.
75 min.: 5-0 til Víking. Adeshina Lawal leggur aftur hesaferð upp og Filip Djordjebic skorar.
78 min.: Árni Frederiksberg minkar um munin til 5-1 eftir langan bólt frá verjuni.
Liðugt: Tað endaði 5-1 til Víking. Í seinna hálvleiki dalaði dygdin á spælinum, meðan fyrri hálvleikur var undirhaldandi.
Víkingur-B36 5-1 (3-0)
1-0: Heðin Hansen (Upplegg: Atli Gregersen)
2-0: Heðin Hansen (Upplegg: Adeshina Lawal)
3-0: Dion Splidt (Upplegg: Adeshina Lawal)
4-0: Gunnar Vatnhamar (Upplegg: Hanus Jacobsen)
5-0: Filip Djordjevic (Upplegg: Adeshina Lawal)
5-1: Árni Frederiksberg (Upplegg: Eli F. Nielsen)


