Víkingur vann Klaksvíkskappingina eftir sigur á NSÍ.
Tað endaði 2-0 til Víking, sum fekk bæði málini í fyrra hálvleiki. Gunnar Vatnhamar skoraði bæði málini. NSÍ hevði skift nærum alt liðið út í mun til í gjár, meðan Víkingur spældi við kanska helvtini av sterkasta liðnum. KÍ vann 8-2 móti B36 í kappingini um 3. plássið.












































