Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

BankNordik 262 mió. kr. í avlopi

Tíðindaskriv

2018 var eitt gott ár hjá BankNordik-samtakinum, sum hóast av- bjóðandi marknaðarumstøður stóð seg væl í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. og rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Útlitini fyri 2019 eru góð, og bankin væntar ein hóvligan vøkstur í útlánum til vinnulív og privat húsarhald.

Ársroknskapurin 2018 í stuttum

–  Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. samanborið við 235 mió. kr. i 2017.
–  Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 179 mió. kr. samanborið við 187 mió. kr. í 2017.
–  Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 111 mió. kr. saman- borið við 60 mió. kr. í 2017.
–  Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr. samanborið við 246 mió. kr. í 2017.
–  Útlán bankans hækkaðu úr 9,5 mia. kr. í 2017 til 10 mia. kr. í 2018.
–  Innlán bankans hækkaðu úr 12,6 mia. kr. í 2017 til 13,4 mia. kr. í 2018.
–  Solvensurin hækkaði úr 19,7% í 2017 til 19,8% í 2018.
–  Bankin væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2019 verður 160-200 mió. kr.

(2018: 179 mió. kr.), og at nettoúrslitið verður 100-150 mió. kr. (2018: 262 mió. kr.).