Nú verður eitt felag stovnað, sum hevur til endamáls at tryggja frælsi hjá fólki at fara í hagan. Higartil hevur kjakið í ov stóran mun snúð seg um pening og ognarrætt, meðan rættindini hjá fólki at njóta náttúruna eru gloymd, siga fyrireikararnir.
Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri at tryggja frælsi hjá fólki at fara í hagan og neyvt at fáa staðfest rættindi og skyldur í hesum sambandi. Felagið fer harumframt at arbeiða fyri at verja náttúruna og tað lív og virksemi, sum har er.
-Kjakið um gongd í haganum hevur í ov stóran mun snúð seg um pening og ognarrætt. Eftir okkara tykki eiga vit eisini at tosa um frælsi til at njóta náttúruna og um heilsuágóðar, sum náttúran gevur, bæði til likams og sálar, siga fyrireikararnir.
Tað er siðvenja at leita sær í hagan, hóast Lov for Færøerne om Hegn og Markfred frá 1937 nú verður brúkt sum grundgeving fyri at avmarka frælsi hjá fólki at fara í hagan. Hesa siðvenju skulu vit varðveita, soleiðis at eisini komandi ættarlið fáa alsk og virðing fyri náttúruni.
-Frælsi at fara í hagan eigur ikki at avmarkast til tey fáu ella at gerast ein spurningur, um tú eigur pengar og jørð ella ikki, siga fyrireikararnir.
Viðvíkjandi kjakinum um árinið av eini vaksandi ferðavinnu siga fyrireikararnir, at hetta sjálvandi er eitt mál, sum má takast í størsta álvara. Tað hevur avgerandi týdning, at náttúra og djóralív verða varðveitt. Og felagið vil fegið vera við í arbeiðinum at finna loysnir á avbjóðingini.
Nýggja felagið fer at eita Hagafelag Føroya. Stovnandi aðalfundurin hjá Hagafelagnum verður mikukvøldið 20. mars kl 19 í Hornahúsinum, J.C. Svabosgøta 37, Tórshavn. Øll eru vælkomin.
Vegna fyrireikararnar
Rúna Hjelm Mortan Ólason Vang
Kartni Ravnsfjall Óluva Zachariasen
Hervør Nolsøe Emil Simonsen
Eyðun Húsgarð Durita Krosstind Gregersen
Evi Poulsen Eydna Klakkstein Thomsen
Guðrun Zachariasen Roar Heini Olsen
Sigurð Ó. Vang Gurið Samuelsen
Óluva Poulsen Magnus Gaard
Finleif Mortensen



