Tunnilsdagur er í Norðoyggjum og handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag hava júst latið hurðarnar upp við nógvari spennandi vøru og eisini góðum tilboðum
Til ber at koyra í gjøgnum Norðoyatunnilin ókeypis í dag, tí tað er nevniliga tunnilsdagur.
Limirnir í Klaksvíkar Handilsfelag eru um 30 í tali. Tað eru 30 handlar, sum hava latið hurðarnar upp á víðan vegg við spennandi vøru og eisini góðum tilboðum.
Handlarnir lótu dyrnar upp júst nú kl. 10 og til ber at gera ein góðan handil til kl. 20 í kvøld. Tó hava matvøruhandlarnir opið til ávíkavist kl. 21 og kl. 22 í kvøld.




