Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rebekka Vestergaard stillar upp fyri Framtakið

Tíðindaskriv

Rebekka Vestergaard stillaði upp til løgtingsval í 2011 fyri Javnaðarflokkin, og skrivar hettar um seg sjálva.

Eg eiti Rebekka Vestergaard, eigi 2 børn og eri pedagogur. Eg havi búð og arbeitt í Íslandi, Skotlandi og Norra. Har havi eg arbeitt við fiski, og síðani havi eg lisið til pedagog í Danmark, og arbeiði nú í barnagarðinum á Tvøroyri.

Eg velji at stilla upp við Framtakinum, tí eg taki undir við rættinum til at velja medisinskt kannabis.

Eisini stilli eg upp fyri at gera nakað við bústaðarpolitikkin í Føroyum, ið eg meini skal líkjast tí í Danmark. Serliga vil eg hjálpa uppá bústaðarstøðuna hjá einligum foreldrum og øðrum einligum og lágløntum.

Hetta má fáast í lag í Føroyum – ikki í morgin, men skuldi verið komið í lag fyri 100 árum síðani.