Klaksvíkar kommuna hevði eina øking í skattaintøkunum á beint yvir 7% í februar, í mun til sama tíðarskeið í fjør
Góða gongdin í skattainntøkunum hjá Klaksvíkar kommunu heldur fram.
Í fjør komu kr. 16.337.448 inn í februar mánaða, meðan tað komu kr. 17.482.133 inn í februar mánaða í ár. Ein øking á kr. 1.144.685 ella 7.01%
Samanlagt hevur Klaksvíkar kommuna fingið góðar 4 mió kr (13,7%) í meirinntøku higartil í ár, í mun til sama tíðarskeið í fjør.



