Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Moody’s: Føroyska kredittvirði er fast knýtt Danska Kongaríkinum

John William Joensen

Kredittvirði hjá Føroyum er grundað á Ríkisfelagsskapin og heimastýris lógina. Høvuðsorsøkin til at kredittvirði hjá Føroyum kundi lækka er um viðurskiftini við Danmark versna. Høvuðsorsøkin til at Moody’s framhaldandi gevur Føroyum eitt gott Kreditt virði er sambært greining Moody’s góðu útlitini til at danski staturin kemur til hjálpar, skuldi tað verið neyðugt. Harafturat er fleksibiliteturin sum Føroyar hava sambært Heimastýrislógini, at takla avbjóðingar skjótt, eisini ein styrki fyri Føroyar, sigur Moody’s.

Í tíðindaskrivið frá nýstovnaða føroyska Landsbankanum  stendur lítið og einki at lesa um at Moody’s nevna Føroysku Heimastýrislógina ella tað sannroynd at Danski Staturin bakkar føroyingar upp tá á stendur.

Annars hevur kredittmetingin hjá Moody’s verið tann sama síðan 2011. Tvs. at hóast met inntøkur hjá almennu Føroyum seinastu árini er kredittmetingin hjá Moody’s av Føroyum ikki broytt. 

Landsbankin hevur í øllum føri roynt sítt ítasta at niðurtóna høvuðsorsøkina til at Føroyar framhaldandi hava høgu raitingina.

 

Sí tíðindaskriv frá Moody’s her

Sí Tíðindaskriv frá føroyska Landsbankanum her