Vøllurin er væl ruddaður fyri kava í góðari tíð.
Tíðliga í morgun var nakað av kava á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Men maskinurnar hjá Klaksvíkar kommunu hava ruddað vøllin í góðari tíð og nógva sólin ger, at vøllurin ikki er frystur meir. Sum myndin vísir, so er av allar fagrasta veðri í Klaksvík í dag.
Dysturin millum KÍ og HB byrjar kl. 15.00.



