Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Darius Lewis skoraði fyri næstbesta liðið

Jákup Ósá

Næstbesta liðið hjá KÍ spældi á Skála í dag.

KÍ legði seg á odda við máli frá Darius Lewis. Hetta var hansara fyrsta mál í skrásettum dysti fyri KÍ. KÍ hevur boðað frá, at 19 ára gamli leikarin hesa fyrstu tíðina skal ígjøgnum eina lærutilgongd, har hansara leiklutur á besta liðnum ikki verður nakar nevniverdur. Men Skála javnaði í seinna hálvleiki til 1-1, sum gjørdist úrslitið. 

 

KÍ hevur sostatt fýra stig fyri fyrstu tveir dystirnar í 1.deild.