Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnukavaranæmingar staðið royndir

Tíðindaskriv

Í gjárkvøldið, fríggjakvøldið 29.mars, stóðu 7 mans skrivligu- og munnligu royndirnar, í samband við grundútbúgving teirra innan vinnukaving.

Kaving er ein vinna í stórari menning og hava kavarar við føroyskari kavaraútbúgving møguleika at arbeiða í øðrum londum, eins og her heima.

Føroyskir kavarar hava fingið prógv síni viðurkend í t.d. Grønlandi, Íslandi, Danmark og Noregi. Onkur av næmingunum hava víst føroysku útbúgvingunum, innan kaving við luftveiting av vatnskorpuni, áhuga.

Fyri at arbeiða innan kaving í t.d. frálandavinnu er krav, at kavarar hava serútbúgving við luftveiting frá vatnskorpuni.  Á myndini síggja vit næmingarnar saman við próvdómara og lærara eftir at royndirnar í gjár.