Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dávid Langgaard: Tað verður løgið at spæla ímóti KÍ

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur tosað við Dávid Langgaard, sum sunnudagin á fyrsta sinni skal spæla ímóti barndómsfelagnum KÍ.

24 ára gamli Dávid Langgaard skifti til ÍF áðrenn hetta kappingarárið. Hann var partur av besta liðnum hjá KÍ árini 2016-2017. Skaðar hava argað og tí spældi Dávid við næstbesta liðnum hjá KÍ í 2018.

 

Fyrstu ferð móti KÍ

Sunnudagin skal KÍ spæla í Fuglafirði móti ÍF. Hetta verður fyrstu ferð, at Dávid skal møta barndómsfelagnum. Dávid hevur byrjað inni allar tríggjar dystirnar hjá ÍF og verður uttan iva at síggja millum teir fyrstu 11. Hóast hann spælir í verjuni, so hevur hann skorað eitt mál og var í vikuskiftinum sera nær við at skora aftur, tá skallari fór á yvirleggjaran og út aftur í spæl. Tað verður løgið at møta KÍ fyri fyrstu ferð, staðfestir Dávid.

– Tað fer heilt sikkurt at følast eitt sindur løgið, at knappliga skula spæla ímóti tí felagnum man er uppvaksin í og sum samstundis er einasta felag, ið eg havi umboðað fyrr. Eisini verður tað løgið at skula spæla ímóti fleiri av leikarunum, ið man hevur spælt nógv saman við gjøgnum árini og eisini móti venjaratoyminum, sum man hevur spælt undir, sigur Dávid við Norðlýsið.

 

Trýstið er á KÍ

– Hetta er ein dystur sum eg gleði meg nógv til, og vit gleða okkum at fáa klaksvíkingar til Fuglafjarðar á vitjan sunnudagin. Alt trýstið liggur á KÍ til hendan dystin, so eg vænti at teir koma at leggja eitt áhaldandi høgt trýst á okkum gjøgnum allan dystin, tí eg vænti ikki, at teir verða nøgdir, um teir ikki fáa 3 stig við aftur um Leirvíksfjørð. Men vit fara út til hvønn dyst fyri at fáa fulla úrtøku, og hesin dysturin verður onki undantak, sigur Dávid Langgaard at enda við Norðlýsið.