Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Væleydnað felagstiltak

Tíðindaskriv

Klaksvíkar Kommuna er í samstarvi við Fólkaheilsuráðið um verkætlanina  ”ABC fyri sálarliga heilsu”, sum er ein verkætlan, ið snýr seg um, at vera virkin , vera saman og vera hugbundin.

Í tí sambandi kallaði Klaksvíkar kommuna inn til felagsfund fyri øll ítróttarfeløg um at øll feløguni hvør í sær vikuna fram til 6. apríl at hava opið hús, so at børn/ung kunna sleppa at royna allar ítróttargreinirnar gjøgnum eina viku. – Hetta er í sambandi við, at ÍSF verður 80 ár 6. apríl, har ætlanin so er at enda við einum felagsdegi í ítróttarhøllini.

Stjørnan og Team Klaksvík skipaðu so í gjár fyri at bjóða øllum til opið hús, har felagsvenjingar vóru og høvið var at royna tað at spæla hondbólt. Kí-høllin var brúkt til upphiting og ymiskar venjingar, meðan enda varð í Badmintonhøllini, har 6 blandað lið kundi spæla dyst samstundis tvørtur um vøllin. 

Sera gleðiligt var at síggja, at so mong luttóku og vóru tað venjararnir hjá báðum feløgunum, ið skipaðu fyri í høllini við hjálp frá hondbóltsleikarum. Ein góður dagur, har fleiri søgdu seg at vilja royna hondbólt komandi vetur.

Sí fleiri myndir her.