Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðstevnan Kná børn

Almannaverkið

Øll børn í Føroyum í dag hava ikki javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum, tí at almennu og kommunalu skipanirnar í ov stóran mun svíkja. Viðkomandi almennir, kommunalir og privatir felagsskapir hava tikið seg saman um ráðstevnuna Kná børn.

Almannaverkið tók í vár stig til, at viðkomandi partar, sum hava við børn og ung at gera, skipa fyri eini ráðstevnu, sum kastar ljós á viðurskiftini hjá børnum og ungum í Føroyum. Úrslitið er ráðstevnan Kná børn, sum partarnir heilhugaðir og fullir av orku hava tikið lut í.

 

Endamálið

Endamálið við ráðstevnuni Kná børn er, at hon skal seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum.

 

Skráin

Á ráðstevnuni verða fakligur íblástur, fyrilestrar, persónligar frásagnir, kjak og sjónleikur.

 

Nøkur dømi

·       Viðurkendi danski professarin Per Schultz Jørgensen heldur fyrilestur til høvið um kná børn og avbjóðingarnar hjá familjuni.

·       Norsku serfrøðingarnir Camilla Trud Nereid og Margrethe Taule greiða frá málrættaða norska átakinum 0-24, sum vendir sær beinleiðis til børn og ung í andgletti.

·       Tær tríggjar Rebekka Perlick frá Psykiatriska deplinum, Alisa Hammer úr Bláa Krossi og Súna Mørk úr Fountainhúsinum seta fingurin á øll tey økini, sum vit í Føroyum ikki megna. 

·       Nøkur ung fólk greiða frá persónligu upplivingini við eini skipan, sum í alt ov stóran mun hevur svikið.

·       Sjefkokkurin á KOKS, Poul Andrias Ziska, greiðir frá síni torføru skúlagongd, og hvussu hann kom í lívsins skúla.

 

Innihaldsliga er ráðstevnan skipað í trimum breytum. Í einari skipanarligari breyt seta útlendsku og føroysku serfrøðingarnir sjóneykuna á avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í dag, og ikki minst verður ljóskastarin settur á, har skipanin svíkur. Skipanarliga breytin í Høllini í Norðurlandahúsinum endar við einum politiskum kjaki um framtíðina, og hvat skal gerast.

Í Skálanum verða viðkomandi fyrilestrar við millum øðrum Barnabata og barnaverndartænastunum í Tórshavn og í Runavík, meðan tað í Klingruni verða fyrilestrar av meiri praktiskum slagi innan økið. Í Klingruni hoyra vit millum annað Poul Andrias Ziska siga frá um sína skúlagongd, og hvussu tey á Margarinfabrikkini arbeiða við einum samansettum námsfrøðiligum skúlatilboði.

 

Ráðstevnan er fyri øll og er ókeypis

Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið til ráðstevnuna Kná børn fríggjadagin 3. mai 2019. Ráðstevnan er ókeypis, byrjar klokkan 8.30 og endar umleið klokkan 16.00.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Harleyfacadeacryl