Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Apríl, apríl…

Hanus Kjølbro

Tað er so ymiskt, hvussu veðrið er í Føroyum í apríl.

2. páskadagur 2018 var 2. apríl; 2. páskadagur 2019 var 22. apríl. 20 dagar eru ímillum datoini.

Annan páskadag í fjør var sólin uppi 13 tímar og 31 minuttir; annan páskadag í ár var sólin er uppi 15 tímar og 12 minuttir. Munurin à 1 tíma og 41 minuttir gera sjálvandi sín mun – meiri hiti kemur niður á jørðina.

Men tað ger ikki einsamalt av hvørki veður ella hita í Føroyum. Als ikki. Hvaðani kemur luftin til Føroya, og hvussu heit er hon? – tað hevur ógvuliga stóran týdning.

Eitt annað er, hvar ein er staddur. Ættirnar upplivast so ógvuliga ymiskar. 

Annan páskadag í fjør – seinnapartin, tá ið fólk ætlaðu at rulla egg – kom køld luft av landnyrðingi-norði. Hitin var beint undir frostmarkinum, og tað kavaði.

Í ár var tað meiri enn eitt sindur lýggjari at rulla egg. Lýggj luft úr suðuri – hitin lá um 15 stig.   

Havi lagt tvær myndir við, sum vísa ymiskt veður í apríl á Viðareiði – eitt ár ímillum.