Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almenn móttøka í Býráðshúsinum

Tíðindaskriv

Leygardagin 20. apríl 2019 vann besta mansliðið hjá Mjølni føroyameistaraheitið, og harvið eisini greipuna. Í hesum sambandi bjóðar Klaksvíkar kommuna til móttøku í býráðsalinum, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim, heldur eina røðu og øll flogbólts áhugaði kunnu heilsa uppá føroyameistararnar.

Føroyameistaraheitið varð vunnið í einum sera tøttum dysti í høllini á Hálsi. Við úrslitinum 3-1 (27-29, 28-26, 25-22 og 28-26) gjørdist Mjølnir meistarar fyri fyrstu ferð í 15 ár.

Móttøkan í býráðshúsinum verður mikudagin 24. apríl kl. 16.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin