– Hendan landsstýrissamgongan siglir vandakós, almennu útreiðslurnar økjast við ferð, fíggjaðar við brandskatting av fiskivinnuni, sum kennir seg ótrygga og illa viðfarna, og økini kring landið verða forsømd. Her krevst grundleggjandi kósbroyting, áðrenn skaðin verður óbøtandi, og tí havi eg valt at stilla upp til løgtingsvalið. Allar kreftir mugu leggjast í at venda gongdini, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður.
Nú er greitt, at Jákup Mikkelsen, stillar upp til komandi løgtingsval, og royndi løgtingslimurin er ógvuliga uppsettur uppá, at nú má alt setast inn fyri at manna Føroya Løgting við einum nýggjum, borgarligum meiriluta.
– Vit hava í løtuni eina sosialistiska landsstýrissamgongu, ið hevur kollvelt grundleggjandi samfelagsskipanir og -virðir uttan virðing fyri breiðum semjum. Ístaðin trýsta tey ígjøgnum kollveltandi broytingar við sera smølum meiriluta á løgtingi uttan at lurta eftir ávaringum frá hoyringspørtum, staðfestir Jákup Mikkelsen.
Brúk er fyri øllum borgarligum kreftum
– Hesir vinstrasinnaðu flokkar hava ongar skruplur við at brúka ódemokratiskar mannagongdir fyri at náa sínum málum. Formaður Javnaðarfloksins ger enntá alt, sum stendur í hansara valdi, fyri at útihýsa einum heilum politiskum flokki, nevniliga Fólkaflokkinum, sum sambært veljarakanningum stendur til at gerast størsti flokkur við fjórðu hvørjari atkvøðu.
– Tí hava vit brúk fyri øllum góðum kreftum til at vinna borgarligu flokkunum meirilutan á løgtingi, so vit aftur fáa eina trygga frílynta leiðslu í Tinganes, sum hevur virðing fyri borgarans peningi, skapar tryggar karmar um vinnulívið og megnar at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.
Neyðugt við grundleggjandi broytingum
– Hetta valskeiðið hava vit sæð, hvussu langt hendan landsstýrissamgongan fer fyri at trýsta síni mál ígjøgnum, á etiska økinum, í sjúkrahúsverkinum, við at sentralisera og forsøma økini kring landið og við at seta í verk eina statsstýrda fiskivinnu, og har alivinnan uttan iva stendur næst fyri tørni.
– Longu nú er ein avleiðing av vinnuligu eksperimentunum hjá hesi landsstýrissamgonguni, at útflutningsvirðið lækkar, tí fiskirættindi verða ikki gagnnýtt. Fiskurin kemur snøgt sagt ikki til høldar. Hetta er syrgiligt og álvarsamt, tí talan er um hart vunnin føroysk rættindi, sum soleiðis fara til spillis, tí vit hava eina landsstýrissamgongu, sum eksperimenterar og skapar ótryggleika millum okkara royndu vinnufyritøkur, sum kenna seg illa viðfarnar.
– Her skulu grundleggjandi broytingar gerast eftir løgtingsvalið, ikki minst á fiskivinnuøkinum. Almennar íløgur skulu gerast kring landið, niðurlaðingin av smærru sjúkrahúsunum skal steðgast, tunlarnir norður um fjall skulu gerast, og almenna bústaðafelagið skal byggja meir kring landið.
– Her koma vit ikki uttan um Fólkaflokkin, sum bæði hevur støddina og styrkina til at seta nýggja, frælsa kós út í kortið, sigur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður.



