Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Kappróðrarfelagið leggur lunnar undir nýggja tilveru

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í hesum døgum leggur Klaksvíkar Róðrarfelag lunnar undir nýggja tilveru í kjallaranum í Soli Deo Gloria. Teir hava innrættað seg har við venjingarútgerð og hølisviðurskiftum annars, sum skulu verða karmar um felagslív teirra har, samstundis sum hølið eisini verður neystið hjá bátum teirra.

Økið kring húsið er víðkað og skipað betri m.a. við størri bilstøðlaøki, so handilin og kanska serliga samkomuhølið í erva hevur góðar parkeringsmøguleikar.

Í hesi vikuni hevur Kanjon stoypt drátt beint omanfrá stóru hurðini til kjallaran, so tað er stutt og lætt at draga bátarnar. Eisini verður gjørt eitt festi beint norðanfyri dráttin, so ein bátabrúgv verður løgd útfrá, soleiðis at tað lættliga slepst umborð ella í land av bátunum.

Jú, sigast má at hetta eru snotiligar umstøður, Klaksvíkar Róðrarfelag er í ferð við at skipa seg í. Teir hava eisini sett sær fyri at skipa fyri eini móttøku í nýggju hølunum komandi fríggjadag, kl. 16.30.

 

Harleywoodpaint