Vit vitjaðu inn á gólvið um fimm tíðina í dag, á framsýningina hjá Kvøldskúlanum í høllini á Skúlatrøð. Erik Biskopstøð bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð, harafturat kundi hann handa prógv til í sigling og til útlendingar í føroyskum. Poulina Eliasen frá handarbeiðisskúlanum skipaði fyri framvísing av modellum í føroyska búnanum og greiddi eisini frá sjálvum handarbeiðinum.
Annars var nógv ymiskt á skránni, serliga brodering og veving fyltu nógv ímeðan eitt nú smíð og handverk fylti minni enn onkuntíð. Málningalistin sýnist hava stóran áhuga ímillum tey, ið ganga á kvøldskúlanum, eins og at arbeiða við silvuri, horni og ymiskum prýðislutum eisini var væl umboðað.
Her nakrar myndir frá framsýningini:






























































































