Mikukvøldið møtast HB og KÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Tað eru 20 ára síðani, at tey bæði størstu feløgini einast møttust í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tá helt spenningurin sær til síðstu minuttirnar í seinna dystinum, tá Kurt Mørkøre sendi KÍ í steypafinaluna. Nú fáa vit at síggja, um tað fer at enda eins væl hjá KÍ hesaferð. Sí hæddarpunkt frá avgerandi hálvfinaluni í 1999 niðanfyri av bandinum ”Gullárið”.


