Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Seinasta skotið undir Rókini

Oliver Joensen

Í dag var so skotið ígjøgnum undir Rókini innanfyri Saltnes í samband við Eysturoyartunnilin. Skipað var fyri hátíðarhaldi í Løkshøll, men eisini við tunnilsmunnan var ein spennandi løta, tá sprongt varð í gjøgnum, og arbeiðisfólkið kundi koma ígjøgnum hinumegin frá og heilsa arbeiðisfólkunum eysturoyarmegin.

Men hjá okkum fjølmiðlum og teimum, ið møtt vóru upp, var ikki so nógv visuelt at síggja, við tað, at spreingingin gekk fyri seg einar 20-30 metrar inni í tunlinum og miðlar og uppmøtt vóru biðin um at halda okkum burtur frá sjálvum munnanum. Men vit hoyrdu sjálvandi brakið og aftaná kundu vit fara inn á ein pall, ið uppsettur var heilt úti við munnan, at hyggja inn í tunnilin.

Í Løkshøl var skipað fyri móttøku aftaná, har Teitur Samuelsen, stjóri bjóðaði vælkomin. Heðin Mortensen, landsstýrismaður, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í runavík, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Toftum og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu hildu røðu.

Nógv fólk vóru samankomin til høvið og í Løkshøll var skipa fyri drekkamunni við abiti.

Harleywoodpaint