Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ljóðdálking sett á breddan í kvøld

Norðoya Sjálvstýrisfelag

Í kvøld kl. 20:00 verður hetta viðkomandi tiltakið í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Trina Eysturoy og Pál Weihe fara at tosa um loysnir upp á og árin av larmi frá skipum í bústaðarøkjum. Øll eru vælkomin.

Trina Eysturoy fer undir framløguni at greiða frá, hvussu kommurnar kunnu loysa trupulleikan við larmandi og dálkandi skipum, og hvørjar ágóðar bæði land, kommunur og borgarar fara at vinna av tí.

Forkvinnan vísir á, at tað er púra óneyðugt, at larmandi skip koma til bryggju at umskipa, og at kommunurnar fáa forsvinnandi lítið burturúr peningaliga. Tí heldur hon, at tað beinanvegin eigur at verða hugt at, hvørjar loysnir Noregi brúkar.

Síðani felagið Heimafriður varð stovnað fyri knøppum hálvum ári síðani, hevur felagið fingið klagur um larm frá skipum frá fólki um alt landið.

Eftir framløguna verður møguleiki at seta spurningar. Við á fundinum vera fólk, sum hava servitan innan økið, sum kunnu svara upp á spurningar frá áhoyrarunum.

Tað er Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum skipar fyri fundinum.