Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HB spílar seg út: Ókeypis bussur fyri viðhaldsfólkini til Klaksvíkar

Jákup Ósá

Í fjør hertóku vit Djúpumýru, og tað skulu vit gjarna gera aftur hesa ferð!, skrivar HB m.a.

Mikukvøldið verður avgjørt, hvørs KÍ ella HB skulu spæla steypafinaluna 2019. Fyrri dysturin endaði 1-1, so alt er opið, hóast stórur munur var á liðunum í landskappingini sunnudagin í Gundadali. Nú verður spælt í Klaksvík og byrjað verður frá 1-1. 

 

HB hevði eitt framúr gott ár í fjør og serliga í Klaksvík treivst HB væl. HB vann FM dystin á Summar Festivalinum og í 23. umfarinum bleiv FM endaliga staðfest, eisini í Klaksvík. HB-áskoðararnir settu sín dám á hesar dystirnar og mikukvøldið ætlar HB at endurtaka hetta, tá eitt pláss í steypafinaluni stendur uppá spæl.

 

HB skrivar soleiðis:

Kom við til Klaksvíkar!

Mikukvøldið kl. 18:00, verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Og tørvur er á øllum stuðli, um okkara menn skulu aftur í Steypafinaluna. Í fjør hertóku vit Djúpumýru, og tað skulu vit gjarna gera aftur hesa ferð!

Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 16:30, og er sum altíð ókeypis.