Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vilja broyta nøkur konkret ting

Tróndur Ellingsgaard

– Viðhvørt er tað soleiðis, at tey stóru orðini eru bara orð, og flyta ikki so nógv í veruleikanum. Vit hava roynt at gjørt tingini við fingrunum niðri í politisku moldini og broytt nøkur konkret ting, ið hava ávirkan á gerandisdagin hjá fólki.

Soleiðis sigur Sjúrður Skaale í samrøðu við Norðlýsið, eftir at flokkurin fríggjadagin legði fram valskránna í Spinnarínum í Klaksvík.

Tað sum gongur aftur gjøgnum boðskapin hjá Javnaðarflokkinum er, at flokkurin sigur seg vilja arbeiða við ítøkiligum úrslitum á Fólkatingi. 

Harumframt sigur fólkatingsmaðurin eisini, at flokkurin vil vera ein forlongdur armur hjá Føroya Landsstýrið, og ætlar sær at umboða tað linjuna ið Landsstýrið stingur út í kortið – so leingi tey klára at taka undir við tí linjuni, leggur Sjúrður aftrat. Um flokkurin er ósamdur við linjuni, so atkvøður flokkurin blankt á Fólkatingi.

Síggj alla samrøðuna við Sjúrð niðanfyri.