Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Karin Jacobsen heldur Miðnáttarrøðuna

Jóhann Lützen

Karin Jacobsen flytir fram miðnáttarrøðuna í Vágstúni í ár. Karin er fødd og uppvaksin í Klaksvik, hon vaks upp úti í Grótinum og nýtir í dag sína pensiónstilveru.

Karin Jacobsen kenna vit Norðoyingar frá Klaksvíkar sjúkarhúsi har hon arbeiddi í samfull 48 ár. Karin er gift Magna Jacobsen og eiga tey børnini Duritu, Johnny og Jósef.

 – Eg havi búð í Klaksvík í 70 ár og mær dámar væl at hugleiða. Eg fari at røða afturlítandi og fari at  tosa um fjøllini kring Klaksvík og síðani um lívið í Grótinum og Klaksvíksgarðinum har eg vaks upp. Tað sum gongur aftur í røðuni verður hvussu vit gjørdu tá eg var barn og ung.

 Miðnáttarsamkoman verður leygarkvøldið Kl. 24.00 í Vágstúni.