Um Norðoyastevnuna hevði Tjóðsavnið eina áhugaverda framsýning í Skálanum, sum tey kallaðu Smátt – men stórt.
Frá Tjóðsavninum verður sagt, at framsýningin varð væl vitjað. Í dag hava serliga skúlar og barnagarðar verið og vitjað.
Talan er um rættiliga nógv forstørraðar myndir. Vit eru altíð umgird av smáum djórum uttan mun til, um vit eru úti ella inni. Klukkur, eiturkoppar, mýggjabitar og onnur smákykt eru so mikið smá, at vit nóg illa geva okkum far um tey.
Hóast støddin á verunum er lítil, eru mong, sum kortini føla andstygd, tá ið tey koma í samband við ella tætt at djórunum. Tjóðsavnið vil við hesi ferðaframsýning geva fólki møguleikan at síggja hesi djórini á ein øðrvísi hátt; at kalla andlit til andlits.
Tað er Jan Sørensen á Tjóðsavninum, sum hevur tikið hesar myndirnar – og fyri at kunna forstørra tær so nógv, er talan um eini 150 – 200 myndir av hvørjum kykti, sum umvegis eina teldu setir tær saman til ta liðnu stóru myndina, tú sært á vegginum (hetta rópa tey í teldur/myndaheiminum at stakka)
Talan er um eina ferðaframsýning, sum m.a. fer til Tvøroyrar, Fuglafjarðar, Skálavíkar, Sørvágs og aðra staðni við.
https://www.tjodsavnid.fo/greinir/serframsyning-smatt-men-stort













