Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkunnug vitjan

Dávur Winther (orð og myndir)

Í gjár hevði Klaksvíkar býráð áhugaverda vitjan, sum hevur sín uppruna í drúgvum samstarvi við vinarbý okkara, Odense.

Talan var um góðan vin og kenning av húsinum, Jørgen Peter Poulsen, sum m.a. er formaður fyri Nordatlantisk Erhvervsklub í Odense, ið er knýttur at Norðatlantiska Húsinum í Odense. Hetta mentanarhúsið, sum eisini ambætar grønlendingum, íslendingum og føroyinum, ið búgva í Odense og har um vegir, liggur niðast við havnalagið, har sluppurnar í sambandi við flaggsiglingina løgdu at fyrr í summar.

Jørgen Peter Poulsen, sum hevur sín uppruna í Grønlandi, er barnvaksin í Danmark. Hann hevur eitt rættiliga stórt netverk innan vinnulívið í Danmark, Íslandi og Grønlandi, og nú seinnu árini eisini í Føroyum. Hann hevur starvast í BankNordik í Danmark og Grønlandi og situr eisini í fleiri ymiskum nevndum og ráðum serliga innan vinnufyritøkur.

Sum formaður í “Nordatlantiska Erhvervsklubbanum”, var tað ein sjálvfylgja, at hann fekk høvið at heilsa uppá Jógvan við Keldu, sum er tætt knýttur at og rekur Klaksvíkar Vinnulívsráð. Teir høvdu nógv at snakka um og vóru nógv ymisk hugskot løgd á borðið – Men fyst og fremst var umráðandi at hittast og fáa í lag eitt samband, ið byggjast kann víðari á, sum so eisini eydnaðist.

Við í ferðini hjá Jørgen Peter Poulsen til Klaksvíkar vóru eisini tveir íslendingar, Gunnlaugur Karlsson og Sverrir Sverrisson. Saman við teimum hevur hann stovnað eitt vinnufelag, Pure Arctic.

Teir selja serligar vørur frá Norðatlanten, sum teir siga, til Føroyar, Danmarkar og lutvíst til Týsklands. Tí varð eisini skipað fyri teir eisini løgdu at landi hjá Kjølbro Heilsølu, har teir hittu stjóran, Hans Arni B. Thomsen. Her rann skjótt saman teirra millum, og varð eisini avtalað at hittast við annað høvi, kanska í Íslandi, hagani teir m.a. kunnu selja serliga gott grønmeti.

Teir selja við felagnum Pure Arctic m.a. lambakjøt, grønmeti, fiskaolju, blómur og ymiskt annað og leggja seg serliga eftir góðsku og søgu king vørunar.

Dagurin endaði við at hitta borgarstjóran, Jógvan Skorheim og Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóra, har dúgliga varð prátað um netverk av ymiskum slagi í vinniligum høpi – Men eisini kring vinarbýarsamstarvið við Odense og Klaksvík, sum í felag hava Kópavog í Íslandi sum vinarbý. Her komu teir eisini við onkrum ítøkiligum uppskoti, sum vent verður aftur til.

http://www.purearctic.dk/