Borgarstjórin í Skopunar Kommunu, Gerhard Lognberg, sum eisini er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood, fegnast stórliga um at Óli Nattestad og konan í tøkum tíma komu til hjálpar..
Tað hevur gingið hart á hjá borgarstjóranum í Skopunar Kommunu, síðan tíðindini komu um at Skopun Seafood lat hurðarnar aftur og eini 70 fólk stóðu uttan arbeiði í Sandoynni. Borgarstjórin segði at einasti møguleiki hjá ungu fólkunum at fáa arbeiði hevði verið at flutt úr oynni, tí umstøðurnar at búgva í oynni og arbeiða sum verkamaður ella verkakvinna aðrastaðni í landinum eru sera truplar.
Hóast vit alla tíðina hava trúð uppá at tað fór at eydnast at lata virkið uppaftur skal eg viðganga at tað sá svart út. Tí komu boðini frá Ola Nattestad sera væl við – ja tey vóru sum send av himli.
Eg haldi at tað er heilt fantastiskt at tey av hjarta fyri sandoyingum hava valt at koma oynni til hjálpar og seta pengar í fyri at fáa virksemið aftur at blóma.
Borgarstjórin og nevndarformaðurin hjá P/F Sandoy Seafood visti ikki at siga nær arbeiði aftur verður á virkinum í Skopan men víst til stjóran á virkinum.
Skráseting og lógreglur
Sambært skráseting Føroya kom fráboðan um broytingar í nevnd og ognarviðurskiftunum hjá P/F Sandoy Seafood í dag og nýggja nevndin sær soleiðis út:
Nevnd: Nevndarformaður Gerhard Lognberg Tormansvegur 45 240 Skopun
Nevndarlimur Hedvig Winther Tunguvegur 39 240 Skopun
Nevndarlimur Jógvan Elias Winther Poulsen Sivjugøta 9 188 Hoyvík
Nevndarlimur Óli Nattestad Peter Andersensvej 12 DK-9850 Hirtshals, Danmark
Stjórn: Stjóri Martin Olsen Kálvagerði 3 100 Tórshavn
P/F Sandoy Seafood er virkið á landið og kemur tí ikki undir nýggju fiskivinnulógávuna sum greitt á setir at einans ”persónur heimahoyrandi í Føroyum” kann eiga í fiskivinnuni. Virkir á landi eru undir aðrari lóggávu og kunnu útlendingar eiga 100% av partapeninginum í virkjum á landi, sum eitt nú støðan er viðvíkjandi eigarskapinum hjá virkinum í Kollafirði.
Úr lóg um fyrisiting av sjófeingi:
§ 6. Persónur er at skilja sum likamligur persónur, undir hesum einstaklingavirki og einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis.
Stk. 2. Persónur er heimahoyrandi í Føroyum, um hesin:
1) er skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum,
2) hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum seinastu 2 árini,
3) er fult skattskyldugur í Føroyum, og
4) ikki verður mettur heimahoyrandi í øðrum landi sambært skattalóggávuni.
LES EISINI í kvf.fo: Nýggi eigarin: Øll tey uppsøgdu fáa arbeiðið aftur



